Samráðingarnar um at skipa nýggja borgarliga samgongu byrja aftur nú klokkan 10. Meðan tað higartil hava verið fimm flokkar í samráðingartoyminum, so eru greitt, at tað nú verða fýra flokkar sum fara víðari í realitetssamráðingar.
Framsókn boðaði í gjárkvøldið Kaj Leo Johannesen, løgmanni, frá, at flokkurin ikki kann ganga undir tær treytir, sum Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava sett, at blokkstuðulin skal prístalsviðgerast og hækkast 200 milliónir krónur, og at etisk virði ikki skulu viðgerast næsta valskeiðið.
Kaj Leo Johannesen hevur víst aftur, at nøkur mál eru, sum ikki kunnu viðgerast. Men Poul Michelsen og Janus Rein, løgtingsmenn fyri Framsókn, standa fast við, at teir hava spurt Sambandsflokkin púra greitt um hesi etisku málini og hava fingið at vita, at tey skulu ikki viðgerast.