Klaksvík: Nýggi tónleikagrunnurin hjá Norðoya Sparikassa játtaði í fjør stuðul til fýra umsøknir, sum grunnurin fekk.
Tónleikagrunnurin varð avdúkaður á 80 ára degnum hjá Norðoya Sparikassa og fór at virka frá ársbyrjan í fjør.
Ætlanin við grunninum er at stuðla føroyskum tónleiki, sum ætlar sær meiri enn bert at gera vart við seg á heimamarknaðinum.
Sparikassin í Norðoyggjum gjørdi frá byrjan greitt, at grunnurin fór at lata fáar, men størri upphæddir til teirra, sum søktu um stuðul frá hesum grunninum.
Einki alment enn
Politikkurin hjá Tónleikagrunninum er, at einki verður sagt um tann stuðul, sum verður latin, fyrr enn tey, sum hava fingið stuðulin, eru tilreiðar at stíga fram.
Enn er eingin av latnu stuðulsupphæddunum vorðnar almennar enn, men tað verður helst okkurt at frætta um hetta í ár.
Treytirnar fyri at søkja um stuðul frá Tónleikagrunninum hjá Norðoya Sparikassa finnast á heimasíðuni hjá sparikassanum.