Flogbóltur
Tað eru úti við tveir mánaðir síðan, at føroysku flogbóltskvinnurnar settu punktum fyri heimligu kappingini.
Komandi EM-undankappingin á heimavølli er tó nakað, sum lokkara heilt nógv, og tí hava kvinnurnar lagt nógv fyri í venjingum líka síðani.
Ein tann royndasti spælarin á føroyska liðnum er Margit G. Joensen úr Mjølnir. Men hóast hon í 15 ár hevur verið fastur partur av liðnum – burðarfarloyvi undantikið – er hetta fyrsta ferðin, at hon veruliga sleppur at royna seg á heimavølli.
- Vit hava onkra tíð spælt venjingardystir móti Íslandi, men veruliga teljandi dystir hevur talan ikki verið um. So hetta er sjálvandi nakað, sum eg gleði meg sera nógv til. Og at talan er um EM-undankapping ger sjálvandi ikki spenningin minni, sigur hon.
Venja um morgunin
Saman við liðfeløgunum hevur Margit seinastu tveir mánaðirnar verið partur av fastari rutinu, har landsliðssamlingar hava verið í Kollafirði hvønn týsdag, meðan vikuskiftini hava verið nýtt í Havn. Vant hevur verið tvær ferðir um dagin, og hetta tænir eisin sínum endamáli.
- Sjálvandi er tað hart, tá tú venur somikið nógv, men talan er jú eisini um tekniska venjing, sum ikki er so fysiskt krevjandi.
- Fyri okkum er tó eisini týdningarmikið, at venja kroppin við at spæla ymisk tíðspunkt á degnum. Eitt nú skulu vit spæla leygarmorgunin klokkan 10, so tað skulu vit eisini venja okkum við.
Fýra finalur
Á Oyggjaleikum hevur Margit verið partur av fleiri serstakliga spennandi finalum móti Saaremaa. Dystir, ið nærum pr. siðvenju fara út í fimm sett.
Men hóast sjálvar finalurnar hava verið spennandi, hevur avbjóðingin á Oyggjaleikum til tíðir verið nakað avmarkað. Nakað, sum Margit tó ikki roknar við, verður galdandi komandi vikuskiftið.
- Hóast Oyggjaleikirnir eru ein stór uppliving, so eru fleiri rímiliga lættir dystir á skránni har. Og tí kann ein EM-undankapping als ikki sammetast við leikirnar. Vit kenna ikki tað heilt stóra til mótstøðuliðini hesaferð, men eg eri púrasta vís í, at talan verður um nakrar knallharðar dystir. Í so máta verður tað kanska sum at spæla fýra oyggjleikafinalur upp á tríggjar dagar. So tað er heilt víst nakað, sum setir serstakliga stór krøv til okkum.