Fýra feløg vilja byggja grøna alibátin

Metingarnevndin fer nú at viðgera innkomnu boðini

Fýra feløg hava latið inn boð upp á at byggja nýggja grøna alibátin hjá Bakkafrost.

Tað sigur Bakkafrost í dag, nú freistin at lata inn boð fór mánadagin 12. oktober.

Tað var miðskeiðis í juni, at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður fyri norðurlendskt samstarv, og Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, gjørdu ætlanaravtalu um bygging av einum nýggjum grønum alibáti.

Tað eru Norðurlendska Ráðharraráðið og landsstýrið, sum hava tikið stig til verkætlanina, sum hevur til endamáls at finna grønar orkuloysnir til fjarløgd øki.

Samstundis hevur Bakkafrost givið tilsøgn til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum niður í helvt áðrenn 2030, og grøni alibáturin er tískil eisini partur av hesi menning.

Uppgávusetningurin var at byggja ein alibát, ið bert nýtir grøna drívmegi. Hetta inniber, at drívmegin skal vera 100% burðardygt framleidd, og báturin má ikki hava nakað útlát av vakstrarhúsgassum.

Mánadagin 12. oktober var seinasta freist at lata tilboð inn, og fýra feløg hava latið inn tilboð og givið tilsøgn um, at tey ynskja at byggja nýggja grøna alibátin. Ein metingarnevnd er niðursett, og teir fýra veitararnir skulu nú leggja síni uppskot fram fyri nevndina, ið síðani tekur støðu til, hvør skal vinna útboðið.

Metingarnevndin vektar boðini á henda hátt:

  • Orkuskipan – teknisk loysn (vekt 40%)
  • Prísur (vekt 40%), herundir: Samlaði boðsprísurin, mettur rakstrarkostnaður pr. rakstrartíma, íroknað viðlíkahald og avskriving á orkuskipan
  • Skipsteknisk loysn, t.e. snið, kapasitet, góðska v.m. (vekt 20%)