Fýra fakfeløg aftrat stuðla verkfallinum

Fýra fakfeløg aftrat vísa nú sín stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ið fríggjadagin boðaði frá verkfalli, eftir at samráðingarnar millum fakfelagið og Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum ikki komu á mál.


Talan eru um feløgini í Samtak, Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, ið vísa sín stuðul. Fyrr í dag vísti Skipara- og Navigatørfelagið eisini sín stuðul til verkfallið.


Yvirlýsingin frá feløgunum í Samtak er fylgjandi:


Feløgini í Samtak – Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag - vilja hervið lýsa sín treytaleysa stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í stríði teirra at fáa betri sømdir fyri limir sínar.


Feløgini í Samtak heita samstundis á limir sínar um ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði.


At enda vilja feløgini heita á Fíggjarmálaráðið um at seta seg aftur við samráðingarborðið og føra veruligar samráðingar.


Við fakfelagskvøðu,

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag
Jastrid W. Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Arthur Guðjonsson, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag