Fýra føroyskir evropameistarar

Føroyingar gera um seg í EM í inniróðri.

Eitt ferðalag við føroyskum rógvarum luttekur í dag í EM í inniróðri í Danmark, og tað má sigast at hava gingið stak væl.


Elsa Magnussen gjørdist í morgun evropameistari við at vinna bólkin kvinnur 30-39 ár greitt við tíðini 7:12,5. Eisini Sarita Hansen er evropameistari. Tað er hon í lættvektsbólkinum hjá kvinnum 30-39 ár við tíðini 7:30,8.


Í opna bólkinum gjørdist Sverri Sandberg Nielsen evropameistari við tíðini 5:47,2. Hetta var samstundis persónligt og danskt met hjá føroyingunum, sum rør við DSR í Danmark.


Í aldursbólkinum 14 ár var Sunneva Lamhauge fremst og vann EM-gull. Í tí aldursbólkinum snýr tað seg um at rógva so nógvar metrar sum gjørligt upp á fýra minuttir.


Nøkur silvurheiðursmerkir eru eisini vunnin av føroyingum. Jens Kristian Dam vann silvur í lættvektsbólkinum hjá monnum 40-49 ár, Bergur Robert Dam í lættvektsbólkinum hjá monnum 30-39 ár og Emma Langgaard Nagurset í G15.


Tvær bronsur er tað eisini blivið til. Nikoba í Gong vann bronsu í gentum 17, og Brandur Kjølbro vann bronsu í dreingjum 17.