Fýra føroysk mál í Lyngby

Eftir málturk síðani landsliðsúttøkuna skoraði Christian Lamhauge Holst trý mál fyri Lyngby, har eisini ein annar føroyingur kom á talvuna

ÚTISETAR

Tað kom sum ein bumba, tá ið Christian Lamhauge Holst fyri einum mánað síðani varð úttikin til landsliðið. Tað varð hann, tí hann í Lyngby í 2. deild í Danmark hevði verið so mikið góður málskjútti, at Henrik Larsen metti, at tað kundi koma føroyska landsliðnum til góða.
Síðani tá hevur Christian Lamhauge Holst ikki skorað nógv mál. Men sunnudagin var hann rættuliga í miðdeplinum. Lyngby hevði vitjan av Slagelse. Í sjeyti árunum taldist Slagelse, sum Frank Skytte var venjari hjá nøkur ár í níti árunum, í fleiri ár ímillum tey bestu í Danmark. Men síðani hava bæði Slagelse og Næstved, sum teir í Slagelse altíð hava verið í innanhýsis kapping við, verið langt frá, har tað gongur fyri seg.
Lyngby vann heimadystin 4?0. Christian Lamhauge Holst skoraði trý tey fyrstu málini. Tað fyrsta gjørdi hann í 22. minutti, so skoraði hann aftur í 31. minutti, og í 85. minutti staðfesti hann hattrikkið.

Atli eisini á listan
Umframt Christian Lamhauge Holst er ein annar føroyingur í Lyngby. Tað er verjuspælarin Atli Gregersen, sum er sonur Árna Gregersen. Atli, sum er 21 ára gamal, lærdi at spæla fótbólt í B36. Síðani flutti hann til Danmarkar, har hann royndi seg á fótbóltsskúla í Jyllandi. Hann umboðaði Randers FC, og hann var á U?17 landsliðnum.
Lars Olesen er venjari í Randers FC, og tað gekk eitt sindur striltið hjá Atla at sleppa upp í part á besta liðnum. Tí gjørdi hann í summar av at royna fótbóltseydnuna í onkrum øðrum felag. Hann er fluttur til danska høvuðsstaðin at búgva, og hann spælir fótbólt í Lyngby.
Sunnudagin kom Atli fyrstu ferð á máltalvuna. Í síðstu løtu staðfesti hann trivaliga heimasigurin. Lyngby vann 4?0. 582 áskoðarar hugdu at. Teir droyma ivaleyst um, at Lyngby skal flyta upp aftur í bestu deidlina, sum teir orsaka av fíggjarligum trupulleikum vórðu varpaðir úr fyri nøkrum árum síðani. Enn eru teir langt frá bestu deildini. Lyngby er nummar átta av sekstan liðum í 2. deild. Toppskjúttin hevur skorað tólv mál, og Christian Lamhauge Holst er skrásettur fyri sjey mál.