Lutakast hevur beint nú verið um, hvussu dystirnir í Europa League skulu spælast.
Eftir hesum lutakasti skal EB/Streymur allan vegin til Armenia at spæla sín útidyst. Hesin dystur er ímóti FC Gandzasar ur Armenia. Greit er, at fyrri dysturin verður 5. juli, helst í Armenia.
Víkingur skal til Hvítaruslands at spæla moti FC Gomel, og NSÍ skal til Luxembourg at spæla moti FC Differdage 03.
Og beint nú frættist, at B36 skal til Norður-Írland at spæla ímóti Linfield FC.