Eftir at Niklas Højgaard Hanusarson er vendur aftur til H71 eru nú fýra føroyingar eftir í FIF í donsku fyrstu deild.
Rói Berg Hansen og Jónas Gunnarsson Djurhuus høvdu spælt flestu av teimum 11 fyrstu dystunum í kappingarárinum, har FIF stríðist sítt ítasta fyri at sleppa undan niðúrflyting.
Eirikur Simonsen hevur stríðst við skaða ein stóran part av kappingarárinum, men í dag slapp hann upp í part, tá ið FIF vann sera týðandi sigur á Odder í botnstríðnum við heili 34-24 eftir 15-15 í hálvleikinum.
Eirikur Simonsen spældi fyri aðru ferð við FIF í ár, og hann takkaði fyri við trimum umráðandi málum.
FIF skrivar á Facebook í kvøld, at málið sum Eirikur Simonsen skoraði til 32-22 kundi nevnast sum eitt uppskot til ársins mál.
Rói Berg Hansen skoraði fýra mál, meðan Jónas Gunnarsson Djurhuus skoraði eitt mál.
Tòraldur Kollsker var eisini á leikaralistanum fyri fyrstu ferð í ár.
Við sigrinum minkaðu føroyingarnir í FIF um munin til Odder, sum liggur beint omanfyri niðurflytingarstrikuna. Munurin er nú bert tvey mál í sera tætta stríðnum.
Støðan í donsku 1. deild (haandbold.dk):
Tvey tey fremstu liðini flyta beinleiðis upp. Trý tey niðastu flyta beinleiðis niður.
1 | TMS Ringsted | 19 | 14 | 2 | 3 | 570 - 475 | 30 |
2 | HC Midtjylland | 18 | 13 | 0 | 5 | 498 - 470 | 26 |
3 | IK Skovbakken | 18 | 11 | 2 | 5 | 522 - 505 | 24 |
4 | Otterup HK | 19 | 12 | 0 | 7 | 539 - 508 | 24 |
5 | Skive fH | 19 | 10 | 3 | 6 | 539 - 532 | 23 |
6 | Team Sydhavsøerne | 19 | 11 | 0 | 8 | 531 - 507 | 22 |
7 | Ajax København | 19 | 8 | 3 | 8 | 539 - 536 | 19 |
8 | HØJ Elite | 18 | 9 | 0 | 9 | 460 - 471 | 18 |
9 | TM Tønder Håndbold | 19 | 8 | 0 | 11 | 515 - 528 | 16 |
10 | HC Odense - Herrer | 19 | 7 | 2 | 10 | 537 - 524 | 16 |
11 | Odder Håndbold | 19 | 7 | 0 | 12 | 527 - 544 | 14 |
12 | HEI, Skæring | 19 | 5 | 2 | 12 | 460 - 493 | 12 |
13 | FIF | 18 | 6 | 0 | 12 | 458 - 495 | 12 |
14 | Roskilde Håndbold | 19 | 3 | 0 | 16 | 476 - 583 | 6 |