Tey skulu ganga tvey ár á skúla, áðrenn tey verða offiserar (heiltíðararbeiðarar) í Frelsunarherinum. Í skrivi siga tey, at tey trívast væl, nógv at gera og tey eru ofta úti í tænastu. Til dømis hava tey verið í London og gingið í fótafetum William Booths, sum stovnaði Frelsunarherin.
Saman við øðrum kadettum (næmingum) á skúlanum hava tey fingið eina serstaka uppgávu.
Frelsunarherurin hevur umfatandi arbeiði í fátækasta landinum í Evropa, Moldova. Uppgávan, sum tey skulu loysa, er at gera eina barnasummarlegu fyri 100 fátæk gøtubørn í Moldova. Tey skulu sjálvi leggja til rættis og savna inn pening o.a. sum er neyðugt.Tey gjalda sjálvi ferðina.
Roknað verður við, at legan kostar umleið 600 kr. fyri hvørt barn, so um onkur í Føroyum kundi hugsað sær at stuðla verkætlanini, eru tey vælkomin at stuðla við at seta pening inn á konto í 6460- 157.596.3 í Føroya Banka, merkt: "Verkætlan Moldova".
Fyrst komandi sunnudag verður ”familjutími” í Frelsunarherinnum í Havn, har innsavning verður til verkætlanina.