Fýra fólk skotin í Niðurlondum

Ein maður hevur skotið fleiri fólk í einum stórhandli í niðurlendska býnum Alphen aan der Rijn. Teir lokalu fjølmiðlarnir siga, at fýra fólk eru deyð, og at sjey, teirra millum eitt barn, eru flutt á sjúkrahús við skotsárum.

Eygnavitni siga, at byrsumaðurin var vápnaður við einari maskinbyrsu, og at hann skjeyt minst 30 skot, áðrenn hann skjeyt seg sjálvan.

Løgreglan í Alphen aan der Rijn hevur ikki gjørt nakrar viðmerkingar til tíðindini, men býráðsumsitingin í býnum hevur váttað, at ein skottilburður hevur verið í einum handilshúsum, og at fleiri eru deyð, og at nøkur eru særd.