Fýra eru skiftir út

Tað verður eitt heilt annað lið, sum fer á vøllin niðri í Rumenia í kvøld, enn tað liðið, sum leygarkvøldið legði rygg til 5-0 tap í Fraklandi. Sjey spælarar eru afturvaldir, og fýra eru skiftir út.

Nýggir á liðnum eru Jónas Þór Næs, Christian Lamhauge Holst, Jákup á Borg og Símun Samuelsen. Teir, sum leygarkvøldið vóru millum teir fyrstu ellivu, og sum ikki eru tað hesa ferð, eru Johan Troest Davidsen, Bogi Løkin, Jann Ingi Petersen og Christian Høgni Jacobsen.

Í kvøld fer føroyska fótbóltslandsliðið at síggja soleiðis út: Jákup Mikkelsen ? Jónas Þór Næs, Egil á Bø, Atli Gregersen, Atli Danielsen ? Christian Lamhauge Holst, Jákup á Borg, Súni Olsen, Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen ? Rógvi Jacobsen.