Kommunan hevur lýst eftir fýra eindarleiðarum, og 10 umsóknir komu inn.
Kommunan hevur samsvarandi tilmælinum frá setanarbólkinum sett Ann Hansen, Anniku Wenningsted Jacobsen, Ingu Bogadóttir Støylen og Joan Oskarsdóttir Simonsen í størvini, skrivar heimasíðan hjá kommununi.
Ann Hansen er útbúgving námsfrøðingur við ymsum eftirútbúgvingum innan leiðslu og fyrisiting og starvast í dag sum leiðari í Frítíðarskúlanum á Argjahamri.
Annika Wenningsted Jacobsen er útbúgvin námsfrøðingur við diplomútbúgving í leiðslu og starvast í dag sum leiðari í Dagstovninum á Hamrinum.
Inga Bogadóttir Støylen er útbúgvin cand.pæd.psyk og leiðir í dag førleikastovuna í Skúlanum á Fløtum.
Joan Oskarsdóttir Simonsen er útbúgvin námsfrøðingur við ymsum eftirútbúgvingum innan leiðslu og starvast í dag sum leiðari í Dagstovninum Birkilund.
Tær fýra eindirnar verða javnt stórar og hava sama virksemi, tað vil siga dagstovna-, frítíðarskúla- og ungdómsklubbavirksemi.
Einstaki eindarleiðarin fær sostatt ábyrgd av millum 9-10 stovnsleiðarum og stovnum, ið fevna um umleið 175 starvsfólk og umleið 750 børn og ung.
Játtanin til hvørja eind er umleið 40 milliónir krónur.
Tær fýra taka við starvinum 1. februar 2020.