Fýra dystir vera í kvøld

Á Toftum spælir B68 í kvøld lykladyst í oddastríðnum í næstbestu deildini

Í næstbestu deildini eru teir nú farnir í holt við endaspurtin, har bert fimm umfør resta í deildini. Í kvøld vera fýra dystir leiktir í deildini, meðan tann seinasti verður leiktur hóskvøldið, tá AB á heimavølli tekur ímóti TB/FCS/Royn.

 

Mest spennandi dysturin í kvøld er grannauppgerðin millum B68 og NSÍ á Toftum. Bæði liðini liggja í ovaru hálvu av deildini, har toftamenn stríðast um at sleppa upp í Effo-deildina at spæla. Megnar B68 at vinna uppgerðina móti NSÍ í kvøld, kunnu toftamenn taka avgerandi fet mótvegis uppflytingini.

 

Eisini er spennandi uppgerð í Klaksvík, har tvey lið í hvør sínum enda av deildini hittast. KÍ sum liggur á øðrum plássi í deildini, tekur ímóti B36, ið liggur skeivu megin niðurflytingarstrikuna. Tað er umráðandi fyri B36 at sleppa undan niðurflyting, og í seinasta dystinum vann B36 óvæntaðan sigur á heimavølli móti B68. Tí verður uppgerðin í Klaksvík uttan iva tøtt og spennandi í kvøld.

 

Í hinum báðum dystunum tykist spenningurin at vera minni. Giza Hoyvík spælir á heimavølli móti næstbesta liðnum hjá ÍF, sum higartil í ár einki stig hevur fingið í deildini. Tí er Giza Hoyvík greiður favorittur í tí dystinum, meðan Víkingur í seinasta dystinum tekur ímóti HB. Har hevur Víkingur meira at spæla fyri enn HB, tí Víkingur stríðist um at enda á heiðursmerkjaplássi, meðan HB liggur mitt í deildini uttan at koma í niðurflytingarvanda.

 

 

Dystirnir í kvøld:

Giza Hoyvík – ÍF (Byrjar klokkan 18:00)

B68 – NSÍ (Byrjar klokkan 18:00)

Víkingur – HB (Byrjar klokkan 18:00)

KÍ – B36 (Byrjar klokkan 19:30)