Rio Ferdinand hjá Manchester United er dømdur leikbann í fýra dagar, eftir at videomyndir sýndu, at hann sló Craig Fagan, tá Manchester United leygardagin spældi móti Hull. Í fyrstu atløgu mótmælti spælarin ætlaða bannið, og tí kundi hann vera við, tá United basti grannunum úr City í hálvfinaluni í Carling-Cup. Men nú fall hamarin, og tað er dyggur smeitur hjá Manchester United, har tey annars júst fegnaðust um, at Ferdinand var tøkur eftir langan skaðasteðg.