Sebastian Pingel hevur fingið fýra dystir leikbann frá danska fótbóltssambandinum. Orsøkin er, at hann saman við 15 øðrum spælarum hevur fingið fíggjarligan ágóðan av, at lata seg regristrera sum hjálparvenjara í Odder IGF. Tað er enn óvist, um leikbannið er galdandi í Føroyum.
Les eisini: Óvanliga nógvir hjálparvenjarar
- Eg havi ongar viðmerkingar í løtuni, sigur Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum. Helst er málið so nýtt, at tað antin ikki er komið í kappingarnevndina, ella at kappingarnevndin ikki hevur viðgjørt møguliga málið.
Fyrrdagin skrivaðu vit um fíggjarsvikið í danska felagnum, Odder IGF, har fyribils fimtan spælarar hava fingið leikbann. Orsøkin er tann, at felagið hevur skrásett misteinkiliga nógvar hjálparvenjarar, sum ikki upprunaliga hava verið tað allíkavæl.
Heimasíðan hjá DR skrivar, at hóast fleiri av spælarunum vóru skrásettir sum hjálparvenjarar, var leikluturin hjá teimum í felagnum einans at spæla á besta liðnum. Teir vóru skrásettir sum hjálparvenjarar fyri at fáa fíggjarligar ágóðar.
Millum annað hava hjálparvenjarar í Danmark fyrimun við sokallaðum koyripengum, men tá nú danska disciplinerinstansin hevur kannað fleiri av leikarunum, eru tað fleiri av teimum, ið hava verið skrásettir, ið ikki eingongd eiga bil.
Odder hevur fingið harða revsing fyri gerðina. Felagið hevur fingið trekt 12 stig av stigatalvuni, umframt at felagið skal rinda eina bót á 100.000 krónur. Harumframt hava tíggju leikarar eisini fingið persónliga bót, meðan 15 spælarar hava fingið leikbann.