Tvær endurtøkur eru frá hálvdinaluni í steypakappingini í dag. Stjørnan spælir aftur í dag móti VB, meðan KÍF er á vitjan í Hoyvík.
Í gjár spældu Stjørnan og VB í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum. Ein dystur sum Stjørnan vann við fimm málum. Í dag spæla liðini aftur bara góðar 20 tímar eftir hálvfinaluna. Kyndil fær vitjan StÍF.
Í Atlantic Airways deildini hjá monnum eru tveir dystir. KÍF og H71 spæla aftur, eftir at KÍF vann við 14 málum í hálvfinaluni í vikuni. Í høllini á Hálsi fær Kyndil vitjan av StÍF, sum mikukvøldið spældi ein harðan dyst móti VÍF í steypakappingni, sum teir vunnu við tveimum málum.
Atlantic Airways deildin:
Sunnudagin 20. januar
Kyndil-StÍF (16.00)
H71-KÍF (16.00)
Leygardagin 19. januar
Neistin-Team Klaksvík 31-21
Fremsta deild kvinnur:
Sunnudagin 20. januar
Kyndil-StÍF (14.30)
Stjørnan-VB (15.00)










