17. umfar í bestu fótbóltsdeildini er á skránni seinnapartin.
Oddaliðið, NSÍ, er á veg um Skopunarfjørð at vitja B71, og HB, sum er næsti kappingarneytin hjá oddaliðnum, verður partur av grannastríði í Gundadali, har B36 eigur heimavøll.
Í Fuglafirði verður onnur grannauppgerð, tá ið Víkngur fer at vitja.
Á Vágseiði verður botnuppgerð millum FC Suðuroy og AB.
Tað er av fagrasta summarveðri, og harvið eru fótbóltslíkindini av teimum bestu.
Í dag:
B71-NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00
B36-HB: Petur Reinert kl. 15.00
ÍF-Víkingur: Páll Augustinussen kl. 15.00
FC Suðuroy-AB: Ransin Djurhuus kl. 14.45
Í morgin
B68-EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl.
Støðan
NSÍ 35
HB 31
EB/Streymur 28
ÍF 28
Víkingur 24
B36 21
B68 18
B71 16
AB 10
FC Suðuroy 10
ÍF og AB hava spælt 17 dystir, og hini liðini hava spælt 16 dystir.