Tvey týsk ferðafólk og tveir flogskiparar doyðu, tá eitt lítið flogfar datt niður í djóragarðinum Maasai Mara í Kenya dag. Kenyansku myndugleikarnir siga, at fimm týskarar, fýra amerikanarar og tveir kekkar vóru í flogfarinum.
Franska tíðindastovan AFP skrivar, at flogfarið datt niður, beint aftan á at tað var farið á flog av Ngerende-flogvøllinum. Flogfarið var av slagnum LET-410 og hevði plás s til 19 ferðafólk, og felagið Mombasa Air Safari átti tað.
Djóragarðurin Maasai Mara er einar 250 kilometrar í útsynning úr Nairobi. Har er sera ríkt djóralív við eitt nú gasellum, sebra og krokodillum, og fremmand ferðafólk í tíggjutúsundatali vitja har á hvørjum ári.