Fýra bumbur í Ukraina

Í minsta lagi 15 fólk hava fingið skaða í fýra bumbuspreingingum í ukrainska býnum Dnipropetrovsk í dag.

Tíðindastovurnar skriva, at bumburnar brustu í miðbýnum, og at tað var ein tími ímillum ta fyrstu og ta síðstu bumbuna. Tann fyrsta bumban brast við eina jarnbreytarstøð, og har fingu fimm fólk skaða. Løtu seinni brast ein bumba við ein biograf, og har fingu sjey fólk skaða. Tað er ikki greitt, hvar tær báðar síðstu bumburnar brustu, men sagt verður, at har fingu trý fólk skaða.

Dnipropetrovsk, sum er ídnaðarbýur, er einar 400 kilometrar í landssynning úr høvuðsstaðnum Kiev. Fyrrverandi forsætisráðharrin Julia Timosjensko, sum svøltar seg í fongslinum, er ættað úr Dnipropetrovsk.