Hovstunnilin
Nú arbeiðið at gera Hovstunnilin skal bjóðast út, fer valið at standa ímillum fýra byggifeløg.
Tað er greitt, at eftir at Landsverk hevur bjóðað fyritøkum tip prekvalifisering, sum tað nevnist á fakmáli.
Tað er, at landsverk hevur bjóðað fyritøkum, sum halda seg vera førar fyri at gera arbeiðið um at bjóða seg fram.
Og tað vóru fýra byggifeløg, sum bjóðaðu seg fram.
Talan er um trý felg við føroyskum áhugamálum og eitt íslendskt felag burturav.
Tey fýra feløgini eru:
1) NCC í samstarvi við Byggitek
2) LNS í samstarvi við Articon
3) MTH í samstarvi við J&K Petersen
4) Ístak, sum er eitt íslendskt felag
Upplýsingarnar um feløgini verða nú gjøgnumgingin og so skal avgerast, hvørji feløg verða boðin at bjóða uppá arbeiðið at gera Hovstunnilin, sigur Landsverk.
Vinnumálaráðið hevur fingið heimild til at brúka upptil 150 milliónir til tunnilin.
Talan um eina verkætlanin upp á tilsamans 4.677 metrar av tunli og vegum.
Sjálvur tunnilin verður 2.437 metrar langur. Men Øravíkarmegin skulu 1.790 metrar av vegi dagførast og gerast av nýggjum ogHovsmegin skulu 450 metrar av vegi gerast av nýggjum.
Øravíkarmegin verður innslagið í Tjaldarvíksbrekkum og Hovsmegin undir hamarinum við Torvsheygg, sum er einar 200 metrar í ein útnyrðing, har landsvegurin fer um Hovsá.
Tunnilin verður 9,5 metrar breiður í neðra og vegurin í honum verður 7 metrar breiður. Vegirnir til tunnilin vera 7 metrar breiðir við 1,25 m breiðari vegøksl á hvørjari síðu.
Arbeiðið at gera tunnil og vegir skal bjóðast út. Bjarni Djurholm sigur, at ætlanin er at útbjóðingartilfarið skal vera liðugt mitt í apríl og fyrst í september skal tað verða klárt at byrja upp á sjálvan tunnilin.
À fíggjarlógini í ár eru 31 milliónir krónur settar av til endamálið. Tað stóra takið verður næsta ár, tá ið tað verður neyðugt at seta 75 milliónir krónur av til arbeiðið, men so verður aftur neyðugt at seta 44 milliónir av í 2007.
Løgtingið fer at viðgera málið í næstum.