Í nátt var løgreglan á ferð við radaranum at kanna, hvussu skjótt bilarnir koyrdu.
Aftur hesa ferð vóru tey í Eysturoy, beint norðan fyri Norðskálatunnilin, og har vórðu tríggjar bilførarar skrivaðir upp fyri at koyra ov skjótt.
Tveir koyrdu ávikavist 105 og 106 kilometrar og teir fáa klipp í koyrikortið, umframt eina bót upp á 2.000 krónur.
Men verri var statt hjá tí triðja bilføraranum, tí hann koyrdi 117 kilometrar um tíman, so hann fær 2.500 krónur í bót. Men harafturat missir hann koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann má upp til nýggja koyriroynd og stendur hann ikki hana, missir hann koyrikortið.
Í gjárkvøldið tók løgreglan eisini ein bilførara í Eysturoy fyri at koyra við kenning. Blóðroynd er tikin av bilføraranum fyri at staðfesa promilluna í blóðinum, og tað verður so avgerandi fyri um hann missir koyrikortið, ella um hann sleppur við eini bót.