Í gjár var løgreglan í Kollafirði við ferðmátaranum, har tey máldu, hvussu skjótt bilarnir koyrdu.
Ferðmátingar vórðu bæði gjørdar í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50, og í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80.
Og tað endaði við at fýra bilførarar vórðu skrivaðir upp, og teir fáa allir bót. Tveir fingu bót fyri at koyra ímillum 51 og 70 kilometrar um tíman í bygdum øki og ein bilførari fekk harafturat klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman í óbygdum øki
Men so misti eisini ein bilførari koyrikortið treytað fyri at koyra ímillum 111 og 120 kilometrar um tíman í óbygdum øki. Sostatt má hann taka koyrikortið av nýggjum, og tað kemur so oman á bótina hann fekk fyri at koyra ov skjótt.











