Fýra bilar í ferðsluóhappi í gjárkvøldið

Tríggir bilførarar hildu ikki neyðugu frástøðuna

Í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp, har heili fýra bilar vóru uppií.  Tað var nakað eftir ársins fótbóltsdyst í Gundadali, at heili fýra bilar fingu nakað av skaða í einum harmonikusamanstoyti oman fyri Syðrugøtu.

Løgreglan sigur, at tann fremsti bilurin bremsaði, men at hinir tríggir ikki hildu neyðugu frástøðuna til, at teir eisini fingu bremsa og rendu á bilin framman fyri.

Løgreglan sigur, at skaðin var ikki stórur á bilarnar og fólkaskaði er eingin.

Bilførararnir, sum ikki hildu frástøðuna, kunnu vænta sær eina heilsan frá løgregluni eina ferð seinni.

Eftir reglunum er revsingin eitt klipp í koyrikortið og ein bót upp á 1.500 krónur.