TRÝST á PÍLIN á ljóðfíluni undir tí ovastu MYNDINI, og hoyr fýra styttri samrøður reportarin hjá Rás2, Vilmund D. Jacobsen gjørdi umborð á bátinum "Viviann" á ferðini hjá stóra bátafylginum av Fútakletti og inn til Vestmanna.
Á hesari ljóðfíluni hoyrast samrøður við Tórálv Samuelsen sum stýrdi "Viviann". Vit hoyra eisini konu Tórálv, Annu Margretu Samuelsen, og Vilmund prátaði eisini við ungu kvinnurnar, Mariu B. Johannesen og Sirið Brattaberg sum eru komnar úr Suðuroy til at verða við til Bátastevnuna í Vestmanna.










