Tveir brøður, níggju og sjey ára gamlir, komu sunnudagin til eina hjálparstøð nærhendis býnum Belakot har norðuri í Pakistan. Við sær høvdu teir systrina, sum var bara sjey mánaðir gomul. Hana høvdu teir borið teir 17 kilometrarnar úr bygdini Snaghar.
Teir báðir brøðurnir áttu eisini eina trý ára gamla systir, men teir kundu ikki taka hana við, tí hon var sjúk av polio. Tá dreingirnir greiddu frá, at hon var eftir, vórðu fýra hermenn sendir til Snaghar eftir henni.
Tey fýra børnini hava eingi foreldur longur. Tey doyðu í jarðskjálvtanum næstseinasta vikuskiftið.
Pakistonsku myndugleikarnir søgdu í gjár, at minst 38.000 fólk doyðu av skjálvtanum, og at umleið 70.000 fingu skaða. Fleiri hundraðtúsund eru vorðin heimleys, og myndugleikarnir gera nú alt fyri at hjálpa teimum. Men hjálpararbeiðið er trupult, tí teir flestu vegirnir eru oyðilagdir. Harafturat hevur tað regnað illa í Kashmir, og tað hevur økt vandan fyri skiðulopum. Í teimum høgu fjøllunum hevur tað kavað, og har er vandi fyri skalvalopum, skrivar Reuters.










