Heimamissiónsforlagið hevur givið út fýra nýggjar barnabøkur. Hetta eru bøkur um nøkur líknilsi, ið kend eru úr Bíbliuni
Bøkurnar hava ikki beinleiðis tey heitini, sum verða nýtt í Bíbliuni, men heldur heiti, ið børnini lætt kunnu fata. Bøkurnar eita: ?Vinarligi fremmandamaðurin?, ?Seyðamaðurin, sum leitar?, ?Teir báðir húsasmiðirnir? og ?Pápin, sum bíðaði?.
Bøkurnar eru prýddar við vøkrum tekningum, so at tað er hugaligt hjá børnunum at blaða í teimum, ella tey fylgja við, meðan onkur vaksin sigur teimum frá søgunum.
Margaret Williams hevur skrivað, og Steve Smallman hevur teknað, meðan Jóngerð Mikkelsen hevur týtt til føroyskt.
Bøkurnar, ið er umleið 28 síður hvør, kosta 35 krónur eintakið. Bøkurnar eru at fáa hjá Heimamissiónsforlagnum í Nesvík, á heimasíðuni www.hmf.fo og í bókabúðum um landið.










