Suðuroyggin verður onkutíð søgd at verða eitt valdømi, har atkvøður verða fluttar, so tað kann gera mun.
Fýra atkvøður á muni millum Hendrik Old og Sverra Midjord gjørdu, at Sverri kom inn og Hendrik fall.
Syðra helvt býtti í stóran mun javnaðaratkvøðurnar í tvey, nenviliga millum Hendrik Old, Vágur, og Mikkjal Sørensen, Porkeri. Hóast framgongd hjá báðum, so hervði hetta við sær, at ov lítið bleiv hjá báðum, eisini hjá tingmanninum Old. Ístaðin lá Sverri Midjord, Tvøroyri, frammanfyri í persónligum atkvøðum og varð sostatt valdur. Sverri Midjord fekk 295 atkvøður, Hendrik Old 291 og Mikkjal Sørensen 253. Sostatt fall javnaðartingmaðurin í syðru helvt og javnaðarlistin á Tvøroyri fekk ístaðin tveir valdar.










