Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, hevur tikið avgerð um at veita 4 verkætlanum stuðul av játtanini til alternativar orkuverkætlanir Lýst varð við játtanini í bløðunum og á heimasíðuni hjá Innlendismálaráðnum í februar mánaða, og tá umsóknarfreistin var farin, hevði ráðið fingið 23 umsóknir, har søkt varð um stívliga 20 mió. Nú hevur landsstýriskvinnan gjørt av at játta fýra umsóknum.
Sp/f Atlanticon hevur fingið játtað kr. 177.000 til EMS-light, sum er ein stýrisskipan til at menna eina burðadygga almenna umsiting.
P/f Bitland hevur fingið játtað kr. 500.000 til stovnan av TACIT, ið millum annað skal samskipa gransking um veðurlagsbroytingar og alternativar orkuhættir í norðurhøvum. Stovnurin skal hava høvuðssæti í Føroyum og skal sjónliggera Føroyar á veðurlagsøkinum.
MEST hevur fingið kr. 300.000 til at gera ástøðiligar forkanningar um, hvussu trolaraflotin kann minka um orkunýtsluna við at menna ein øðrvísi hátt at trola. Vísir tað seg at royndirnar av skipanini verða góðar, eru stórir vinnuligir møguleikar í at menna slíkar skipanir.
Loksins hevur Sp/f Rhesa hevur fingið játtað kr. 4.023.000 til at menna og granska í alternativum orkuhættum undir føroyskum fortreytum í einum føroyskum skúlaumhvørvi.
Játtanin á fíggjarlógini í ár er fimm milliónir krónur.