Fýra 25 ára starvsdagar í Vestmanna

Hósdagin 13. juli var hátíðarhald á Fiskavirking í Vestmanna í sambandi við at fýra av starvsfólkunum kundu halda sín 25 ára starvsdag á virkinum. Tey vóru: Jónolvur Andreassen, Elisa Ingebrigtsen, Bergfríð (Begga) Olsen og Elisabeth Hummeland.

Eisini varð hátíðarhildið at Sunnfríð Isaksen var liðug at læra og var útbúgvin sum fiskavirkari.

Øll fingu tey blómur og príðislutir sum tøkk fyri trúgva tænastu. Annars
kann nevnast, at á virkinum eru tað onnur fólk, sum skjótt kunnu halda sín 30 ára starvsdag.