Seinnapartin í gjár varð boðað frá, at ein maður var farin til gongu ígjøgnum Norðoyatunnilin.
Tey vilja helst ikki hava, at fólk fer til gongu ígjøgnum tunnilin, tí har eru ikki umstøður hjá fólki at ganga. Løgreglan fór sostatt eftir manninum og koyrdi hann til húsar.
Og í gjárkvøldið varð ein bilførari skuldsettur fyri at koyra við kenning. Hann hevði bakkað á ein annan bil, og tá ið løgreglan kom á staðið, fingu tey illgruna um, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, so tey skipaðu fyri at taka blóðroynd av honum.