Fór til Danmarkar við seks toskum til eina standmynd í Elduvík

Leygardagin verður stórt tiltak í Elduvík, tá ið forvitnislig standmynd verður avdúkað

 

– Hetta er ein søgn, sum altíð hevur liva í Elduvík og nú er endamálið at tryggja, at søgnin framhaldandi fer at liva.

Tað sigur Rodmundur Nielsen, sum er limur í nevndini, sum hevur arbeitt við at reisa eina nýggja standmynd í Eldvuvík.

Talan er um standmyndina, Marmennilin, og nettupp marmennilin hevur ein serligan týdning fyri Elduvík, tí søgnin sigur, at Anfinnur, bóndi, fangaði ein slíkan.

 Ein Marmennil líkist fólki, men er minni. Hann livir á havsins botni og hann er herviligur at gera fortreð, tá ið menn fara út at rógva. Men ta einu ferðina eydnaðist tað Anfinni, bónda, at draga marmennilin upp við snørinum.

Tað er listarmaðurin, Hans Pauli Olsen, sum hevur evnað standmyndina til og tá ið hon verður avdúkað leygardagin. Verður nógv gjørt burtur úr.

Trýst á pílin undir myndina og hoyr Rodmund Nielsen greiða frá standmyndini – og hvussu hann mátti til Danmarkar við seks frystum toskum til listamannin, so at hevði nøkur ordilig modell at arbeiða eftir

Tey, sum vilja hava meiri at vita um marmennilin, um søgnina, og um Annfinn, bónda, kunnu fara inn á hesa heimasíðuna: marmennilin.fo