Fríggjadagin fara næmingar á miðnámsskúlum aftur at kappast um at vinna heiðurin, Ársins unga virki.
Hetta er ein íverksetaraapping fyri ung, sum verður í SMS og hetta er eitt tilboð til miðnámsskúlanæmingar í aldrinum 15-25 ár, sum vilja læra at menna nýggjar vørur og tænastur, heilt frá hugskoti til veruleika. Næmingarnir, sum fara at kappast, eru frá Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnámi á Kambsdali og úr Glasi.
Tað verður Poul Michelsen, landstýrismaður í vinnumálum, sum setur kappingina fríggjadagin, og vinnarin fær eina kekk upp á 5.000 krónur, umframt eina ferð til Danmarkar, har hann skal vera við í kappingini um danmarksmeistaraheitið í Ungum Virki.
Síðani í august hava næmingarnir fingið undirvísing í nýskapan og íverksetan, har tey hava lært at menna nýggjar vørur og tænastur. Harafturat hava tey hava fingið kunnleika um, hvat fyri at stovna og reka egið virki.
Hetta er eitt tiltak, sum hevur verið fyriskipað í fleiri londum í Evropa í 100 ár nú, og hvørt ár eru einir 350.000 næmingar úr 41 londum við. Og í ár hava einir 500 føroyskir næmingar verið við á íverksetaratiltøkum, sum Ungt Virki í Føroyum hevur verið við til at fyriskipa.
Í løtuni verður arbeitt við at menna eitt norðurlendskt samstarv millum Ungt Virki í Føroyum, Íslandi og Grønlandi, við tí endamáli við at menna undirvísingina í nýskapan og íverksetan, og at fáa betri samstarv ímillum lærarar og næmingar í Íslandi, Grønlandi og Føroyum.
– Kanningar vísa, at næmingar, sum fáa undirvísing í nýskapan og íverksetan, gleðast um at ganga í skúla og seta sær hægri mál, sigur Súsan Klein Gregorisussen, økisleiðari fyri Ungt virki í Føroyum.
Harumframt fáa tey eina kenslu av, at tey hava nakað at geva samfelagnum, og tey eru bjartskygdari um framtíðina. Tey menna fakligar, persónligar og sosialar førleikar, ið eru neyðugir fyri at megna framtíðar størv bæði sum íverksetar, leiðarar og starvsfólk.