Leygarkvøldið um 18.30 tíðina fór ein bilur útav á Lambareiði í Eysturoynni. Óhappið hendi vegna hálku. Talan var um ein bil, sum koyrdi úteftir ímóti Runavíkini, tá førarin misti tamarhaldið á bilinum. Bilurin fór í autoverjuna og koppaði á takið. Førarin mátti verða kliptur leysur, tí hann sat fastur. Hann varð koyrdur á Landssjúkrahúsið, tí hann hevði fingið nakrar snuddir í høvdið. Har varð hann lagdur undir skurð, men upplýst verður av politistøðini í Runavík, talan var ikki um nakað álvarsamt.











