Fær Slóðin slóðað fyri?

Meðan eitt álit er á veg, sum endurskoðar økið børn og ung, verða kollveltandi broytingar – onkur vil siga oyðileggingar - framdar á økinum. Vit minnast øll, margháttliga framferðarháttin, tá Familjudeildin á barnaheiminum lat aftur:

Royndu starvsfólkini vóru uppsøgd, og eingin kundi siga, hvørji framtíðartilboð vóru væntandi. Starvsfólk, brúkarar og viðskiftafólk vóru ørkymlað. Øll væntaðu vit sjálvsagt, at hetta var eitt eindømi - men gakk! Nú eigur Slóðin tørn.

Ótryggleikin heldur fram.
Avgjørt er, at Slóðin letur aftur. Ein nýggjur stovnur fer at lata upp, men eingin veit nær, hvar ella hvussu. Eini hús á Argjum hava verið nevnd, umframt Mjørkadalur. Rókin og Slóðin skuldu leggjast saman og kortini ikki!
Tað, brúkarir og starvsfólk vita er: At tey skulu vera úti úr leigaða húsinum hálvan februar, og starvsfólkini eru uppsøgd.
Felags fyri tey ungu á Slóðini er, at tey hava álvarsligar trupulleikar at dragast við og hava tørv á hollum stuðuli. Kann tað forsvarast, at seta júst hesi ungu, teirra avvarðandi og starvsfólkini í eina slíka støðu?

Hvat sigur samgonguskjalið?
Sambært samgonguskjalinum skulu umstøður skapast fyri, at børn og ung kunnu fáa nøktandi menningartilboð í Føroyum. Veruleikin er, at tey ungu skulu verða úti av Slóðini um 10 dagar, og ógreitt er, hvar tey skulu búgva, og hvør skal vera um tey. Hetta er beinleiðis skaðilig viðferð, ið elvir til ótryggleika, ótta og angist. Sjálvt hjá frískum vaksnum fólki er slík støða ótolandi.

Kann ikki forsvarast
Ein samgonga kann leggja ætlanir og gera politiskar raðfestingar. Men, at lata stovnar aftur og siga fólki upp, uttan at seta nakað ístaðin er beinleiðis óforsvarligt.
Vit hugsa um mong, ið eru send í útlegd, tí vit ikki kundu hýsa teimum og geva teimum, tað teimum tørvaði. Tað sum hendir nú, ber boð um ódugnaskap, og tú kanst ikki lata vera við at hugsa, at sum er hava børnini tað kanska frægari, sum koma á stovn uttanlands við tryggum og føstum karmum og innihaldi - heldur enn tað, ið verður bjóðað teimum her.
Hjartaskerandi, tí vit hava vælútbúgvin og dugnalig starvsfólk í Føroyum. Vit áttu heldur at savna servitanina, enn at lati hana fara fyri skeyti. Flestu børnini, tey ungu og avvarðandi teirra, vildu uttan iva eisini fegnast verið her.

Komandi mikudag eru munnligir fyrispurningar á skrá í tinginum. Landsstýriskvinnan skal tá svara fyrispurningum um framtíðina hjá teim ungu, handfaringina í samband
við uppsagnirnar, umframt á hvønn hátt veruleikin samsvarar við samgonguskjalið.

Staðfestast má, at sum er, er ógjørligt hjá Slóðini at slóða fyri teim ungu.