Ein ungur maður fór sendandi út av vegnum í bili sínum úti í Nes í Hvalba leygarnáttina. Hann var heppin og slapp uttan stórvegis mein Leygarmorgunin um tveytíðina var ein ungur bilførari rættiliga heppin, at hann slapp so gott sum hann gjørdu úr einum ferðsluóhappi úti í Nes í Hvalba. Løgreglan veit ikki heilt, hví bilurin fór út av vegnum og bóltaði fleiri ferðir, men greitt er, at maðurin var ávirkaður av rúsdrekka og ein blóðroynd er tikin.
Løgreglan í Suðuroy metir, at maðurin var rættiliga heppin.
? Hevði hann rulla einaferð aftrat hevði verið heilt galið, segði løgreglan í Suðuroy í morgun. Hagani søgdu tey eisini, at í vegastrekkinum har bilurin fór útav, arbeiða tey í løtuni við at breiðka vegin