Fær samband við tey deyðu

- Eg komi ikki fyri at missionera ell umvenda nakran, men í eini roynd at gera tað meir nátúrligt at tosa um ta andligu síðuna av tilveruni. Fyri meg er ongin mótsetningur millum siðbundna Gudstrúgv og tað, sum eg umboði, sigur klárskygniskvinnan Hanne Slot Thing, sum í næsta mánað vitjar í Føroyum fyri triðju ferð


Nú Hanne Slot Thing fyri triðju ferð kemur til Føroyar at kunna um klárskygni og tilvitskuarbeiði, er tað millum annað, tí hon avgjørt hevur ta fatan, at føroyingar eru sera forvitnir eftir at fáa innlit í tann andliga partin av tilveruni. Hinvegin heldur hon, at føroyingar ofta aftra seg, kanska tí teir eru eitt sindur bangnir fyri, hvat onnur munnu halda um, at man hevur áhuga í slíkum.
- Vónandi kann mín vitjan vera við til at gera tað meir nátúrligt at tosa opið um ta andligu síðuna av tilveruni. Endamálið við mínum arbeiði er stutt sagt at vit gerast so erlig og vakin í okkara lívi, at vit sjálvi seta dagskránna saman við Gudi, okkara hjálparum, verndareinglum, ella hvat vit velja at kalla teir, sigur Hanne.
Samrøður, skeið og fyrilestur
Hanne Slot Thing hevur valt at skipa sína vitjan í Føroyum soleiðis, at fólk kunnu velja, um tey koma til almennan fyrilestur, skeið ella til privatar samrøður
- Privatu samrøðurnar, ella clairvoyance sessiónir, eru samrøður ella parsamrøður, har tú kanst seta teimu deyðu spurningar og fáa svar gjøgnum meg. Hetta kann geva innlit í, hvar í tínum lívi tú stendur beint nú, og hvørjir møguleikar liggja fyri framman. Vit kunnu eisini hyggja nærri eftir, hvørjar forðingar møguliga eru, og hvussu tær lættast kunnu fáast burtur, greiðir Hanne frá.
Eisini fer at bera til at tekna seg til eitt tilvitskuskeið, sum Hanne lýsir, sum eitt skeið fyri menniskju, sum ikki eru nøgd við bert at hoyra um andliga heimin frá øðrum, men heldur sjálvi vilja heinta svarini, tey sóknast eftir. Her verður arbeitt við at geva luttakarnum nøkur amboð til at hyggja djúpri inn í seg sjálvan, gera orkuvenjingar og meditatiónir fyri at flyta forðingar, so tað ber til at koma víðari í lívinum.
Klárskygniskvøldið, har øll kunnu koma, gevur eitt breitt innlit í, hvussu Hanne arbeiðir.
- Eftir eina stutta framløgu leiði eg tað, sum tey deyðu hava at siga, á ein hátt soleiðis at tað viðkemur teimum, sum er møtt hetta kvøldið og tí, tey hava brúk fyri at vita júst tá. Síðani gangi eg runt og spyrji hvønn einstakan, um tað er okkurt, hann ella hon vil vita meir ítøkiligt. Er tað tað, leiði eg svarið frá tí deyða til viðkomandi, so vítt tað ber til, sigur Hanne.
Ikki fyri at missionera
Tilvitskufrøði, sum arbeiðið hjá Hanne grundleggjandi snýr seg um, er læran um, hvussu vit brúka okkara tilvitsku til júst tað, vit ynskja. Til dømis klárskygni ella clairvoyance, healing, at gjøgnumskoða, um menniskju eru erlig ella hava eina fjalda dagsskrá og at endurskoða okkara lív, virkismynstur og sambond við onnur menniskju, greiðir Hanne frá, og leggur afturat, at endamálið ikki er at umvenda nakran, men heldur at geva fólki nøkur amboð til at klára avbjóðingarnar í gerandisdegnum. Hetta verður gjørt í tøttum sambandi við tað, hon kallar okkara vegleiðarar, líka frá Gudi, Jesusi og Jomfrú Mariu til høvuðseinglarnar og øll hægri vald, sum bjóða seg fram.
- Hesi vísa seg ikki fyri mína skyld, men fyri at hjálpa teimum, sum søkja sær hjálp gjøgnum meg. Fyri meg er tað sostatt als ongin mótsetningur millum siðbundna Gudtrúgv og tað, sum eg umboði, sigur Hanne Slot Thing
 
Hanne Slot Thing er fødd og uppvaksin í Vesturjyllandi í einum stórum systkinaflokki. Hon er útbúgvin fysioterapeutur, og arbeiddi í yrkinum í 11 ár, samtundis sum hon tók útbúgvingina sum tilvitskufrøðingur. Hanne er gift og eigur 4 børn.
Síðani fyrst í 2000 hevur Hanne havt egna privata viðtalustovu, hildið fyrilestrar, klársýnskvøld, verkstaðir og givið frálæru í tilvitskuarbeiði.
Hanne Slot Thing verður í Føroyum í døgunum 7. til 14. februar.
Lýst verður nærri í bløðunum.