ÍF syrgdi við sigri í Sørvági í dag fyri, at tað framvegis er kapping um næstfremsta plássið í 1. deild. ÍF vann 3-1 í Sørvági. Harvið er munurin millum FSV04 á 2. plássi og ÍF á 3. plássi framvegis fýra stig. FSV04 hevur 25 stig, og ÍF hevur 21 stig.
Bartal Eliasen og Nenad Saric skoraðu til ávikavíst 1-0 og 2-0 í 1. hálvleiki, tá ið fuglfirðingar vóru greitt omaná.
Eftir steðgin økti Vincent Jacobsen um munin til 3-0, áðrenn Jørgin Meitilberg minkaði um munin til 3-1, sum eisini gjørdist úrslitið.
Sørvingar hava tríggjar tær seinastu ferðirnar vunnið tvær ferðir og eina ferð spælt javnt. Hóast tapið í dag eru teir framvegis á 6. plássi.