Ein maður á Landsverki noyddist í natt út við maskinu at fáa ein treylara leysan. Eigarin av treylaranum fær rokningina Alt fólkið hjá Landsverki var í gjár úti og gróv kava, og teir góvust ikki fyrr enn seint í gjárkvøldið.
Klokkan hálvgum eitt í nátt ringdi løgreglan til Landsverk og bað um at fáa grivið ein treylara leysan. Treylarin stóð á krossinum undir Gøtueiði og forðaði allari ferðslu.
Heini Eysturoy, leiðari á vegdeildini hjá Landsverki sigur, at tann, sum eigur treylaran, skal vænta sær rokning fyri arbeiðið. Maðurin, sum fór út at grava, skal jú hava løn.
- Tá ið ávarað verður ímóti at koyra óneyðugt, líkist tað ongum, at ein treylari fer út at koyra í slíkum líkindum og so um náttina. Menninir hjá okkum høvdu arbeitt í allan gjár og byrjaðu aftur klokkan fimm í morgun, sigur Heini Eysturoy.










