Fær ov lítla undirtøku

Upplýsingarfelagsskapurin hjá verkafólki hongur í einum klønum tráði

Hóast 14.000 limir eru í Upplýsingarfelagsskapi Verkamanna, stendur hann á gravarbakkan-um, tí tað er ov fá, sum brúka hann.

Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag, segði Ingeborg Vinther, formaður, at nú var tað neyðugt, at feløgini tóku veruliga støðu til, hvørja framtíð, Upplýsingarfelagsskapur Verkamanna, UV, skal hava.

Hon segði, at UV varð stovnaður fyri 10?12 árum síðan.

? Føroya Arbeiðarafelag var eitt av teimum feløgunum, sum vóru við at stovna hann.

? Hann byrjaði rættiliga í smáum, tí pengar vóru eingir.? Men farið varð undir hetta í tí treysti, at sum frá leið skuldi U.V. gerast ein felagsskapur, ið fór at taka sær av at útbúgva álitisfólk, nevndarlimir og tann vanliga limin, segði formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.


Bara eitt felag

Hon segði, at nú eru um 14.000 limir í U.V., og skeiðvirksemið hevur verið størri hesi seinnu árini.

? Fleiri feløg eru limir, men alt ov fá senda limir til hesi skeið.

? Nógv teir flestu limirnir eru úr FA, og tað merkir, at um limafeløg okkara ikki sendu fólk á skeið, hevði nærum eingin undirtøka verið.

? Hetta er stórt spell, tí U.V. hevur í samstarvi við ABF í norðurlondum gjørt eitt stórt arbeiði til tess at útbúgva skeiðleiðarar, ið kunnu undirvísa á skeiðunum, ið U.V. heldur.

? Nú er so ætlanin at hava ein fundardag fyri U.V., har framtíðin hjá U.V. verður tikin til umrøðu, hvat ætlanin er við U.V., og hvussu tað skal virka.

Ingeborg Vinther sigur, at skal U.V. hava nakra framtíð sum upplýsingarfelagsskapur fyri fakfeløgini, nyttar lítið, at mest sum bert tað eina felagið sendir fólk á skeið.

? Tí mugu tey feløg, ið eru limir, gera nýtslu av felagsskapinum, og umrøðast má, hvønn áhuga limafeløgini hava fyri felagsskapinum segði Ingeborg Vinther á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag.