Fær ongar avleiðingar fyri Páll á Reynatúgvu

Tað fær helst ongar avleiðingar fyri Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, at fleiri leiðarar í heimarøktiniherfyri brádliga søgdu upp, mest sum í senn.
Løgmaður sigur, at tað ber ikki til at gera eina sak burtur úr hvørjari einasti uppsøgn

Heimarøktin

?Tað ber ikki til at gera ein sak burturúr hvørjari einastu uppsøgn. Og tað ber heldur ikki til at áleggja almennum starvsfólki, at tey ikki skulu siga upp.
Tað skilst á løgmanni, at uppsagnirnar á heimarøktini fara ikki at fáa avleiðingar fyri Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann í almannamálum.
Men tað merkir ikki, at onki verður gjørt við málið tí tað verður tað, sigur løgmaður.
Hann sigur eisini, at felagið Sinnisbati fer at fáa svar frá løgmanni uppá áheitanina, sum felagið sendi honum fyri fyri fimm vikum síðani.
Men nær hann fer at svara teimum veit hann ikki.
Løgmaður sigur, at hann hevur havt málið til viðgerðar saman við landsstýrismannin í almannamálum.
?Vit royna at fáa greiði á, hvat liggur í málinum og hvat skal gerast framyvir.
Sostatt hevur løgmaður kannað malið.
? Men tað ber ikki til at gera stórar kanningar í verk um hvørt einasta mál, ið tekur seg upp, tí so gera vit ikki annað. Og hetta er eitt mál, sum løgmaður hevur reist mótvegis landsstýrismanninum og hevur kannað tað saman við honum.
Anfinn Kallsberg sigur, at tað, sum hann skal viðgera saman við landsstýrismanninum, er at rammurnar og reglarnar í almennu fyrisitingini verða so tryggar sum gjørligt , so at fyrisitingin verður so effektiv sum gjørligt.
Hann sigur eisini, at í hesum málinum , eins og í øðrum málum, er niðurstøðan í málinum púra greið. Og hon er altíð, at tær reglur og skipanir, sum eru galdandi, skulu haldast og tað er eitt aðalmál at tað skal verða tryggleiki og støðufesti í almennu umsitingini.
Og tað eru hesi viðurskifti, sum hann hevur viðgjørt saman við landsstýrismanninum.
? Tí eru mál av bygnaðarligum slagi, sum hesi, altíð afturvendandi, tí vit skulu altíð stremba okkum eftir at bøta um støðuna.
Men tær tríggjar, fýra itøkiligu uppsagnirnar í heimarøktini vil hann ikki siga so nógv um.
?Eg fari ikki at siga nakað um viðurskifti ímillum einstøk starvfólk og almennu myndurgleikarnar. Men uppsagnirnar eru eitt mál ímillum tey, sum hava sagt upp og tann myndugleika, tey arbeiða undir. Í so máta er hetta málið ikki øðrvísi enn so nógv onnur mál og tað ber ikki til at gera eina sak burturúr hvørjari einastu uppsøgn.
?Hetta er ein avgerð, sum nøkur almenn starvsfólk hava tikið og hetta er ikki eitt mál, sum løgmaður hevur nakra sum helst ávirkan á. Tað, sum løgmaður skal tryggja, er, at galdandi reglur verða fylgdar.
Hetta fær sostatt ikki nakrar avleiðingar fyri Páll á Reynatúgvu?
?Hjá fjølmiðlunum er tað soleiðis, at stingur eitt mál seg upp, skulu høvd rúka. Tað, sum hetta snýr seg um, er, at er nakað í skipanini, sum ikki virkar, eiga vit at royna at fáa tey at virka betri. Tað er hetta, sum hevur størstan týdning og tað eru fyrst og fremst hesi viðurskifti, sum Løgmaður tekur upp, sigur Anfinn Kallsberg.

Álvarsmál
Tað eru nú fimm vikur síðani at felagið Sinnisbati staðiliga heitti á løgmann um at kanna málið eftir at tríggir leiðarar í heimarøktini søgdur upp ísenn.
Seinni hevur so eisini eitt fjórða starvsfólk sagt seg úr starvi
Sinnisbati sigur, at uppsagnir í felag boða frá, at alt ruggar ikki rætt. og tí heitti felagið staðiliga á løgmann um at kann málið og at fáa øll viðurskifti greið, áðrenn nýggj fólk verða sett so at trupulleikarnir ikki taka seg uppaftur.
Uppsagnirnar fara bæði óbeinleiðis og beinleiðis at raka tey sinnisveiku og tí tekur Sinnisbati hetta sum eitt álvarsmál.
Og felagið heldir, at samskipaðar uppsagnir av hesum slagi boða frá álvarsligum trupulleikum
Umframt Sinnisbata, hava fimm økisleiðarar í heimarøktini gjørt vart við seg í bløðunum um uppsagnirnar.
Og teir meta støðuna so álvarsliga, at í ringasta føri kann hetta hava við sær, at heimarøktin sindrast.