-Hatta fáa teir onga undirtøku fyri.
Eins og Høgni Hoydal hevur Lisbeth L. Petersen torført við at taka ætlanirnar hjá Dansk Folkeparti í álvara. Hon er sannførd um, at Dansk Folkeparti fær ongan stuðul í donsku stjórnini um teir ætla at skerja blokkin.
-Útsøgnin hjá Kristian Thulesen Dahl kom í meldrinum av ráðstevnuni um heildarveitingina, og satt at siga skilti eg ongantíð hansara útsøgn. Síðan ráðstevnuna er nógv nýtt framkomið um heildarveitingina, og hugburðurin hjá stjórnini er, at teir ikki ynskja eina skerjing av heildarveitingini. Hatta má tí standa fyri teirra egnu rokning, vísir Lisbeth L. Petersen á.
Hon sigur, at heildarveitingin er ein samráðingarspurningur millum stjórnina og landsstýrið. Heildarveitingin er fastfryst til 2006, og tað kann Dansk Folkeparti ikki gera stórvegis við, sigur fólkatingslimurin.
Mynd: Fólkatingslimurin hjá Sambandsflokkinum, Lisbeth L. Petersen, sigur, at Dansk Folkeparti fær ongan stuðul í stjórnini fyri sínum ætlaninum at skerja heildarveitingina.
Mynd: Savnsmynd