Rúni Heinesen, formaður í Kringvarpsstýrinum, sigur, at nýggjur stjóri í Kringvarpinum er væntandi settur um tríggjar vikur. Tað veit KVF.fo at siga í dag.
Tá umsóknarfreistin til starvið sum stjóri í Kringvarpi Føroya var farin 21. septembur, høvdu 20 fólk søkt starvið, 16 menn og fýra kvinnur.
Sambært Kringvarpinum eru fýra fólk í setanarbólkinum. Umframt Rúna Heinesen eru Katrin Petersen, næstformaður í stýrinum, Carsten M. Arnskov, starvsfólkaumboðið hjá Kringvarpinum í stýrinum og eitt umboð fyri leiðslubólkin í Kringvarpinum í setanarbólkinum.
Johnny í Grótinum fór frá sum stjóri í Kringvarpinum 14. juni. Tá samdust hann og kringvarpsstýrið um, at tað var frægast fyri stovnin at lata onkran annan taka yvir. Dagarnar frammanundan hevði Sosialurin avdúkað, at Johnny í Grótinum skrivaði dulnevndur á Vágaportalinum.
Kári Sólstein, sum tá var starvsfólkaumboð í Kringvarpsstýrinum, hevur røkt stjórastarvið síðani.