Líkt er til, at Mark Hughes verður nýggjur landsliðsvenjari hjá Wales,men tað verður hann neyvan ríkari av.
Álopsspælarin, sum hevur eina gylta fortíð í Manchester United og Chelsea, men sum nú spælir fyri milliónaløn í Southampton, hevur fingið boðið starvið sum landsliðsvenjari hjá Wales, nú Bobby Gould gevst.
Men walisiska fótbóltssambandið hevur ikki nógvar pengar at ráða yvir, og teir siga seg als ikki verða førar fyri at lata tað lønina, sum Mark Hughes í løtuni fær fyri at spæla í Southampton. Tað verður mett, at Hughes fær umleið 10 milliónir krónur í ársløn frá Southampton.
Fyri starvið sum landsliðsvenjari kann Hughes fáa 700.000 krónur, men bara um hann gevst at spæla sjálvur og verður lands-liðsvenjari fulla tíð. Tað er Hughes ikki so hugaður fyri, og um hann skal halda fram at spæla, ætlar walisiska fótbóltssambandið at gjalda honum millum 20 og 30.000 krónur fyri hvønn dyst, hann stendur á odda fyri teirra landsliðið. Wales spælir seks ella sjey dystir um árið, og tað gevur eina ársløn upp á millum 120.000 og 210.000 krónur.
Tíðindatænastan Soccernet, sum heldur til á internetinum, heldur tað vera undrunarvert, at walisar skulu gjalda sínum landsliðsvenjari minni løn enn eitt nú føroyingar gera. Soccernet metir, at Allan Simonsen fær umleið 400.000 krónur sum landsliðsvenjari hjá Føroyum, og tað er væl hægri enn tað, sum walisar bjóða Hughes.
Komandi vikuna fara samráðingarnar millum Hughes og walisiska fótbóltssambandið at halda fram, og Soccernet væntar, at partarnir fara at blíva samdir um eina løn, sum verður eitt sindur hægri enn tann, sum Hughes nú stendur í boði.










