Maðurin, sum í seinastu viku var óður í føroyska flogfarinum, sum hann skuldi við til Føroya, kann vænta sær meira revsing enn tað hálvt annað árið, landsrætturin mánadagin dømdi hann ikki at sita fyri rúsevnissmugling til Føroya.
Hann leikaði so í í flogfarinum, at neyðugt var at koyra hann í land, og hetta seinkaði fráferðini hjá flogfarinum.
Tað er revsivert at seinka einum flogfari, og haraftrat er revsivert at forða politinum í at gera sítt arbeiði.
Bergleif Brimivík, leiðari á kriminalpolitinum sigur, at nú verða teir tríggir politistarnir, sum skuldu hava mannin við sær til Føroya, avhoyrdir, og frágreiðingarnar verða so sendar til Danmarkar.
Málið kemur fyri í rættinum í Danmark, so neyðugt verður ikki at flyta tann ómøguliga mannin aftur til Føroya.