Fyri triðju ferð skipar ítróttarfelagið í Mjørkadali fyri gongutúri eftir Oyggjarvegnum úr Havnini niðan í Mjørkadal.
Tiltakið eitur MIF FÆRØ-MARCH 2010, og er dagurin settur til hósdagin Kristi Himmalferðardag 13. mai.
Ítróttarfelagí í Mjørkadali sigur, at øll eru vælkomin.
- Ikki er neyðugt at boða frá luttøku áðrenn farið verður avstað. Tað er bara at møta upp. Øll kunnu vera við, børn, familja, vinir og kenningar, sigur felagið.
Gongutúrurin, sum er 15 km langur, byrjar við Keypssamtøkuna í Hoyvík 13. mai klokkan 14 og endar í seinasta lagi klokkan 18 í Mjørkadali.
Leiðin, sum gingið verður eftir, er hendan:
Keypssamtøkan í Hoyvík,
Vegurin Langi,
Óluvugøta,
Sundsvegur,
Norðari Ringvegur,
Oyggjarvegur
og Mjørkadalur.
Undir gongutúrinum skulu allar ferðslureglur haldast, soleiðis at gingið og runnið verður vinstrumegin á vegnum, har ongar gongubreytir eru.
- Í tveimum støðum á leiðini eru steðgipláss, har fólk kann fáa vatn, kaffi og frugt ókeypis. Somuleiðis er møguleiki at keypa sodavatn og sjokulátu. Tá komið er til Mjørkadals ber til at keypa pylsur og breyð, og okkurt at leska sær við. Haraftrat verður diplom handað sum prógv um, at ein hevur verið við á gongutúrinum, sigur felagið.
Skipað verður fyri flutningi úr Mjørkadali og aftur til Havnar um fólk ynskja tað.