Fótbóltur
Tað er greiði boðskapurin hjá FSF, nú komið er til endaspurtin í landsliðsvenjarasetanini.
- Vit hava ikki pengarnar, sum veruliga kunnu lokka nakað stórt navn til Føroya. Men vit halda okkum kortini hava aðrar lutir, sum kunnu lokka røttu nøvnini til okkara, sigur Høgni í Stórustovu, FSF-forseti.
- Fyrst og fremst, so eru tað bara nøkur og háltrýsj landslið í Europa, so bara tað í sjálvum sær er ein stór avbjóðing.
- Og sum føroyskur landsliðsvenjari hevur tú eisini nakrar møguleikar, sum tú ikki hevur aðrastaðni. Ítróttarliga liggja vit niðarliga, sum er, og tí skuldu møguleikarnir verið góðir at skapt nøkur góð úrslit. Hartil hevur ein føroyskur landsliðsvenjari tann fyrimun fram um allar aðrar, at hann kann savna mest sum allar sínar spælarar upp á ein góðan tíma ella tveir. Og tað gevur møguleika fyri nøkrum heilt øðrum arbeiðsumstøðum, enn landsliðsvenjarar aðrastaðni eru vanir við, sigur Høgni í Stórustovu.
Saman við restini av starvsnevndini leggur Høgni í Stórustovu annars dent á, at ein komandi landsliðsvenjari eisini verður ein maður, sum kann ávirka meira enn bara A-landsliðið.
- Okkara ynski er, at vit fáa ein venjara, sum kemur at hava ábyrgdina av samlaða landsliðskonseptinum hjá føroyskum fótbólti. Hann sleppur at seta sítt egna venjaralið saman, og vit vóna sjálvandi, at hetta eisini verður av slíkum slag, soleiðis at tað kann virka til gagns fyri heimligu venjararnar eisini, sigur Høgni í Stórustovu.
Tað verður ikki sett sum krav frá FSF, at ein komandi landsliðsvenjari skal seta búgv í Føroyum. Men hann skal uppihalda seg í Føroyum stóran part av árinum, og soleiðis verður staðfest, at talan ikki verður eina loysn, har landsliðsvenjarin pendlar til oyggjar okkara við jøvnum millumbilum.