Fór á land sunnanfyri Borá

Ein bátur, sum hevði verið eftir havhestaungum, sigldi ov nær og fór á land, men allir komu heilskapaðir frá hendingini´.







Um hálvgum fýra tíðina mikudagin varnaðust menn umborð á Tróndi, at ein bátur var farin á land beint sunnanfyri Borá, sum er millum Glyvursnes og Kirkjubønes.

Teir umborð á Tróndi vóru fyrst hjá bátinum og varskógvaðu aðrar smábátar, sum vóru har um leiðir, og nakrir komu teimum skjótt til hjálpar. Bátur varð eisini settur út av Tróndi, tí skipið kundi ikki fara so nær. Menninir vórðu tiknir upp, og eingin fekk mein av óhappinum.

Báturin, sum fór á land, hevði kós móti Havnini, og onkur av smábátunum tók menninar við sær til Havnar. Báturin var illa farin og er nú tikin av aftur. Tróndur helt leiðina fram úr Havn til Skopunar.