Fær ikki sáttmála við NSÍ

Danskur verjuleikari er farin til húsa aftur uttan sáttmála, men NSÍ leitar víðari.

Sum in.fo visti at siga fyri viku síðani, so fekk NSÍ danska verjuleikaran, Viktor Wagner Pedersen, at royndarvenja í felagnum. Royndartíðin hjá 20 ára gamla leikaranum, sum seinast hevur spælt við Thisted, er nú av, og avgerð tikin um at hann ikki verður knýttur at hópinum.


Tað váttar formaðurin í NSÍ, Sonni L. Petersen, fyri in.fo í kvøld. Hann sigur, at um felagið skal gera sáttmálar við útlendskar leikarar, so skulu teir vera ein greiður styrkur av núverandi liðnum, og at tað ikki varð mett at vera støðan í hesum føri.


NSÍ-formaðurin segði við in.fo herfyri, at ætlanin er at styrkja um verjupartin. Hóast tað eru avmarkaðir møguleikar í løtuni, so fer NSÍ at halda fram við at leita.


- Vit eru opin fyri tí, sum rørist, sigur Sonni L. Petersen.