Fær ikki gandað 19 milliónir fram

Jógvan á Lakjuni er positivt sinnaður at stuðla byggingini av eini fótbóltshøll. Men hann leggur dent á, at tað ikki uttan víðari ber til at finna 19 milliónir til endamálið

Fótbóltur

Skal ætlaða fótbóltshøllin í Skálabotni gerast veruleiki, er neyðugt, at landskassin verður størsti einstaki íleggjarin.
Somikið stendur greitt, eftir at samtakið kring ætlaðu hallarbyggingina læt sítt tilfar til FSF.
Meira nágreiniligt, so byggir ætlanin á, at landið skal rinda 30% av byggikostnaðinum á 57 mió kr.
Hetta svarar til 19 milliónir, sum Mentamálaráðið skal finna, men tað verður nú ikki bara, sum at siga tað. Og tað verður neyvan her og nú, at teir pengarnir verða játtaðir.

Umsóknin júst komin
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, sigur, at teir í mars mánaði hava fingið eina umsókn frá samtakinum handan hallarætlanina.
- Sjálvandi hava vit vita, hvørjar ætlanir hava verið ígongd. Men tað er ikki fyrr enn nú, at vit hava fingið formligu umsóknina. Og tí hevur eingin politisk viðgerð verið av hesum yvirhøvur, sigur hann.
- Í útgangsstøðnum er hetta avgjørt ein ætlan, sum eg eri positivt sinnaður fyri, men tað er greitt, at 19 milliónir eru nógvir pengar. Og tað verður undir ongum umstøðum soleiðis, at vit her og nú fáa játtað teir pengarnar. Fyrsta stigið í so máta verður, at vit taka ein fund við FSF, har málið kann lýstast nærri. Og ikki fyrr enn eftir hetta byrjar politiska viðgerðin.

Trupult at finna
Og hóast hann er positivt sinnaður mótvegis ætlanini, so sigur Jógvan, at tað ikki uttan víðari ber til at finna eina somikið stóra upphædd á fíggjarlógini. Heldur ikki, hóast tað helst vildi verið yvir eini trý til fimm ár, at slík játtan varð útgoldin.
- Hetta er jú ein velduga stór ætlan. Sum er, so er játtanin til ítróttaranlegg knappar tvær milliónir, og hesar verða fyri tað nógva nýttar til fleiri smærri arbeiði. Hartil eru eisini onnur projekt av hesum slagnum, tó at tey ikki eru eins stór. Eitt nú hevur ætlaða Ítróttarhøllin á Sandi fingið tilsøgn um játtan fyri fleiri árum síðani.
Soleiðis verður tað neyvan her og nú, at samtakið handan høllina í Skálabotni fær tilsøgn um landskassastuðul. Í UEFA hava tey áður ført fram, at tær 12 milliónirnar, sum tey hava játtað, standa tøkar fram til komandi summar. Hinvegin hevur Óli Holm, FSF-forseti, sagt, at hesin stuðulin neyvan verður strikaður, um so er, at gongd er á føroysku hallarætlanini.
Samlaða játtanin til mentamál á fíggjarlógini er um góðar hálvthundrað milliónir. Íroknað hesum er millum annað stuðul til bókaútgávur, list, ítrótt

---

Fakta

Soleiðis skal høllin fíggjast

Kommunur9.000.000
UEFA12.000.000
Lánifígging10.000.000
Landskassastuðl19.000.000
Sponsorar v.m.7.000.000

Íalt57.000.000